Tíðindi

25. mar 2021

Skálafjarðar Judofelag 10 ár

Tað er týsdagur 23. mars, og klokkan er 18.50. Fimleikarhøllin í Stranda skúla byrjar at fyllast við ungdómi. Inni í høllini ganga teir báðir, Zvonimir (Zvonko) Mrdalo og Sigmundur Johansen. Teir bera mátturnar út á gólvið - 40 máttur, og hesar máttur berast fram, hvørja ferð vant verður.

Talan er um næstseinastu venjing hjá Skálafjarðar Judofelag hetta kappingarárið. Hetta er tó ikki ein heilt vanlig venjing. Á einum borði í fimleikarhøllini standa nógv sunkist, saman við einari fullari kurv av leskiligari sjokolátu. Eisini er formaðurin í Judosambandinum, Sofus Debes Johannesen, komin inn á Strendur í kvøld. Høvið er, at Skálafjarðar Judofelag í ár kann halda 10 ára føðingardag.

Stuttligt er at eygleiða venjingina. Venjingin byrjar við, at allir íðkararnir falla til kníggja saman við venjarunum. Friður valdar, og íðkarar og venjarar heilsa – onkur vildi sagt, at hetta minnir um gomlu virðingina millum børn og vaksin, sum fleiri fílast á er minkað seinastu árini. Síðani verður fariđ á mátturnar at venja.

Tá venjingartímin er liðugur, bjóða venjararnir íðkarunum sunkist og sjokolátu.

 

Í 2010 tók Zvonko stig til at stovna eitt judofelag. Siðvenjan at íðka judo hevur ikki verið stór á Skálafjørðinum, og hetta vildi Zvonko fegin broyta. Zvonko er føddur og uppvaksin í Kroatia, men kom sum 23 ára gamal til Føroya og hevur búð her síðani.

Navnið ”Skálafjarðar Judofelag” varð valt, tí man ynskti, at felagið skuldi umboða allan Skálafjørðin. Higartil hava íðkararnir mest verið av vestara arminum, men hugsast kann, at nýggi tunnilin ger tað lættari at fáa fleiri íðkarar hinumegin fjørðin við í felagið.

Gongdin hesi 10 árini hevur verið ymisk. Fyrstu tíðina, felagið var stovnað, var luttakaratalið høgt, men við tíðini fall talið av íðkarum, og í 2005 kundu íðkararnir teljast á einari hond. Tosað varð um at steðga við venjingunum, men Zvonko valdi at royna eitt ár afturat – tíbetur, kunnu vit nú siga. Luttakaratalið byrjaði at vaksa aftur, og í vetur hava 35 børn íðkað judo í felagnum. Samanlagt hava umleið 150 børn vant judo seinastu 10 árini við Skálafjarðar Judofelag.

Judo er ein vetrarítróttargrein. Venjingarnar plaga at byrja við skúlabyrjan í august og halda síðani fram til páskir.

Í vetur hava tey vant tvær ferðir um vikuna, týsdag og hósdag. Venjarar hava verið Zvonko Mrdalo og Sigmundur Johansen.

Nakrar myndir frá venjingini týsdagin síggjast niðanfyri

 

Sjóvar kommuna ynskir Skálafjarðar Judofelag hjartaliga til lukku við 10 ára degnum. Samstundis vilja vit takka fyri tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum verður lagt í felagið.

Við vón um gott samstarv nógv ár afturat.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu