Tíðindi

12. mar 2021

Grannakaffi í bygdahúsinum hósdagin 18. mars

Krabbamein rakar okkum øll – so ella so. Ikki øll gerast sjúk, men øll eru avvarðandi. Foreldur, børn, maki, familja, vinir, starvsfelagar. Nógv hava mist, og nógv hava yvirlivað. Tað munnu vera fá í Føroyum, sum ikki hava kent sviðan av krabbameini.

Hósdagin 18. mars millum kl. 18 og 20 verður boðið til Grannakaffi í bygdahúsinum.
Vit bjóða ein drekkamunn og høvi verður at leggja eitt oyra í bússuna hjá Krabbameinsfelagnum.
Okkurt undirhald verður eisini á skránni.

Øll eru hjartaliga vælkomin


Leygarkvøldið 27. mars skipar Krabbameinsfelagið fyri stóru landsinnsavningini ”Føroyar móti krabba”, sum verður send í Kringvarpi Føroya beinleiðis úr Norðurlandahúsinum.
Tá fara allar Føroyar at standa saman, móti krabba. Vit fara at stuðla Krabbameinsfelagnum, so tey kunnu halda áfram at hjálpa, ráðgeva, upplýsa og stuðla gransking.
Í sendingini verður borðreitt við góðum tónleiki, forvitnisligum innsløgum, undirhaldi og áhugaverdum samrøðum. Vit fara m.a. at hitta sjúklingar, avvarðandi, granskarar og starvsfólk, sum dagliga taka sær av teimum avbjóðingum, sum krabbamein gevur.
Leygarkvøldið 27. mars kl. 19.00 verður eitt gylt høvi at samlast í stovuni framman fyri sjónvarpið, njóta sendingina og stuðla Krabbameinsfelagnum.
Tað ber eisini til at stuðla við at gera eina flyting á konto hjá Krabbameinsfelagnum:
Bank Nordik: 6460 - 618.088.6
Betri Banki: 9181 - 551.502.7
Norðoyar Sparikassi: 9865 - 323.088.5
Suðuroyar Sparikassi: 9870 - 304.242.2
Um tit filma ella taka myndir frá tykkara innsavning og leggja á sosialu miðlarnar, ber til at nýta frámerki #FMK2021, á hendan hátt verður tað atkomuligt fyri alt Føroya fólk og tit eru við til at seta sjóneykuna á krabbamein og tað arbeiðið Krabbameinsfelagið gerð fyri krabbameinssjúk og teirra avvarðandi.

Vinarliga
Krabbameinsfelagið

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu