Tíðindi

22. jan 2021

Stýrið fyri Roðan skipað

Nývalda stýrið fyri Roðan skipaði seg á fundi seinnapartin í gjár. Roðin er økistænastan við Skálafjørðin, ið hevur ábyrgdina av heimatænastu, eldrarøkt v.m. Eitt samtak millum Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunu. Umframt annað rekur samtakið virksemi á Vesturskini á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldinum á Skála og Ellis- og Røktarheiminum í Runavík. Harumframt eigur Roðin bygningin, har sum barnaverndin hjá somu kommunum heldur til, - í húsunum sum fyrr var Vistarheimið á Mýrunum.

Eftir kommunuvalið í november hava kommunurnar valt 9 limir í stýrið. Sambært viðtøkunum skulu borgarstjórarnir sita í stýrinum og ein teirra skal vera formaður og annar næstformaður.

Næstu fýra árini eru hesi vald at sita fyri Roðanum:

Hans Anders Jacobsen, Sjóvar kommuna
Artur Johansen, Sjóvar kommuna
Elin á Torkilsheyggi, Nes kommuna
Súni í Hjøllum, Nes kommuna
Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Runavíkar kommuna
Elin Klein Joensen, Runavíkar kommuna
Kaja Joensen, Runavíkar kommuna
Jonnhild Reynholdsdóttir, Runavíkar kommuna
Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna

Stýrið skipaði seg við Tórbirni Jacobsen sum formanni og Arturi Johansen sum næstformanni. Dagligur leiðari er Jóngerð Guttesen.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum
10. apr 2024
Kvøldskúla­framsýningin 2024

Send boð til Sjóvar kommunu