Tíðindi

27. nov 2020

Jól í Sjóvar kommunu

Undan jólum eru nógv tiltøk á skrá kring alt landið, og soleiðis er eisini í Sjóvar kommunu. Í hesum sambandi hava vit gjørt eitt yvirlit yvir øll tiltøk í kommununi fram til jóla.

Vegna koronu er ikki eins lætt at skipa fyri tiltøkum, og tí eru nøkur tiltøk avlýst í ár, meðan onnur enn eru ivasom. Tó hava vit samlað saman eina rúgvu av forvitnisligum tiltøkum, sum tit kunnu fara til.

Tiltøkini í yvirlitinum eru tey, sum vit kenna til. Um tit kenna til okkurt tiltak, sum ikki er í yvirlitinum, eru tit vælkomin at siga okkum frá.

Jól í Sjóvar kommunu

  • 28. nov - Jólasølan hjá Barnaringinum - kl. 11.00 – 13.00.
  • 28. nov - Jólasøla og bókaframløga í handlinum hjá Palla - kl. 13.00 og úteftir.
  • 28. nov - Jólatræið á Strondum verður tendrað - kl. 18.30.
  • 1. des - Næmingakonsert - musikkskúlin - kl. 18.00.
  • 3. des - Guðstænasta og døgurði í Sjóvar kirkju - kl. 11.00.
  • 4. des - Jólahugni við Sjógv - kl. 18.00 - 20.00.
  • 6. des - Jól á Sjóvarhøvda - kl. 15.00 – 19.00
  • 7. og 8. des - Jólatiltak hjá fornminnafelagnum á Høvda - kl. 17.00 – 19.00
  • 14. des - Konsert við Silvitni í Sjóvar kirkju - kl. 18:30
  • 17. des - Ræstkjøtaveitslan hjá Pensionistafelagnum í Sjóvar Sókn - kl. 18.00    ÚTSETT
  • 20. des - Jól á Sjóvarhøvda - kl. 15.00 – 19.00.    AVLÝST

 

Meira kunning um tey ymisku tiltøkini er at lesa í tíðindum og á kalendara á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum

Send boð til Sjóvar kommunu