Tíðindi

23. nov 2020

Fíggjarnevndarfundur 20.11.2020

Fíggjarnevndin 20.11.2020
Møtt: Artur Johansen,
Lisa Frederiksberg,
Súni F. Olsen

Skrivari: Julia
Klokkan: 16.00-18.15


Mál nr.: 216-4-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Heilsumiðstøðin, umvælingar. Vit hava biðið um tilboð uppá gardinur til Heilsumiðstøðina.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboðið frá veitara uppá keyp av gardinum til Heilsumiðstøðina. Peningurin kann takast av RS-220

Mál nr.: 104-1-2019
Reist av: Sjóvar Kommuna
Málslýsing: Talgildu Føroyar, samstarvsavtala. Í samb. við fíggjarætlanararbeiðið 2021, varð mælt til at skrivað undir avtaluna í ár. Tískil er neyðugt við eini eykajáttan í 2020
Avgerð: Mælt verður til at gera samstarvsavtalu við Talgildu Føroyar. Avtalan verður fíggjað við eykajáttan á RS-724. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: Avtala um vetrarhald
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Avtala millum Sjóvar kommunu og R Transport um vetrarhald í 2021
Avgerð: Mælt verður til at gera avtalu við R Transport um vetrarhald í 2021. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: 104-9-2019 Gamla Missiónshúsið
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Gamla missiónshúsið. Kostnaðarmeting frá veitara.
Avgerð: Mælt verður til eina eykajáttan á 100.000 á RS-610. Lagt fyri kommunustýri

Mál nr.: Nýggj Dátuverndarlóg
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýggj Dátuverndarlóg. Tilboð er komið frá, Wired Relations og Eirin v. Jens Chr. Olsen og fyrispurningur frá Nema
Avgerð: Umsitingin arbeiðir víðari við málinum.

Mál nr.: 659-2-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Pumpubrunnar, Vaðhorn Seafood, ísamb. við umvæling av havnalagnum.
Avgerð: Samtykt at rinda kr. 50.000 av RS-751

Mál nr.: 211-2-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eykajáttanir 2020
Avgerð: Lagt fyri kommunustýri

Mál nr.: 542-63-2020
Reist av: Mowi Faroes
Málslýsing: Garður við matr. nr. 367a. Tekniska nevnd mælir til, at umsóknin verður játtað. Søkt verður um eina játtan á kr. 150.000 til arbeiðið. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Mælt verður at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd. Víst verður til RS-750. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: 546-1-2019 – Vinnuøki og bryggja á Hulki
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Vinnunevndin mælir til at gera sáttmála við Rókina um uppfylling av gróti norðanfyri og sunnanfyri nýggju bryggjuna, og dýping frammanfyri sunnaru bryggju frá 7 m til 8 m.
Málið verður lagt fyri fíggjarnevndina, vísandi til ÍL 751.
Avgerð: Mælt verður til at játtað kr. 175.000 til uppfylling av gróti norðanfyri og sunnanfyri nýggju bryggjuna. Lagt fyri kommunustýri.
Mælt verður til at umvæla verandi bryggju, vísandi til kostnaðarmeting. Lagt fyri kommunustýri.
Dýping frammanfyri sunnaru bryggju verður lagt fyri kommunustýri til støðutakan.

Mál nr.: 546-5-2020 Grótkastið í Heygsstøð
Reist av:
Málslýsing: Vinnunevndin mælir til at seta kanning av bátahylinum í Heygstøð í gongd, vísandi til ÍL 781. Stovna mál og leggja málið fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini. Víst verður til RS-781. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: Mánaðarroknskapur oktober
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: framlagdur

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. feb 2024
Fíggjar­nevndarfundur 20.02.2024
25. jan 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.01.2024
12. des 2023
Fíggjar­nevndarfundur 11.12.2023
16. nov 2023
Fíggjar­nevndarfundur 15.11.2023
21. sep 2023
Fíggjar­nevndarfundur 20.09.2023
15. jun 2023
Fíggjar­nevndarfundur 14.06.2023
17. mai 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.05.2023
17. feb 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.02.2023

Send boð til Sjóvar kommunu