Tíðindi

27. okt 2020

Kommunustýrisfundur 26.10.2020

 
Kommunustýrisfundur 26.10.2020
 
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen og Pole J. Hansen
Umframt: Julia Kass, fíggjarleiðari
Skrivari: Anna E. Joensen

Klokkan: 17:00-20:15

Mál nr.: 211-1-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarætlan 2021
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt. Onnur viðgerð verður 23. nov.

Mál nr.: 211-2-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eykajáttanir 2020. Onnur viðgerð.
Avgerð: Samtykt

Mál nr.: 541-16-2020
Reist av: Bakur P/F
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtykt
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá vinnunevndini og broyta byggisamtyktina á Selatrað, soleiðis, at matr. nr. 53 og partur av havnaøki verður broytt frá D-øki (havnaøki), til C-øki (vinnuøki). Umsitingin arbeiðir við málinum.
 

Anfinn luttók ikki í viðgerðini av málið nr. 324-1-2019

Mál nr.: 324-1-2019
Reist av: Strálan
Málslýsing: Umsókn um stuðul til neyst
Avgerð: Samtykt at gera ein sáttmála við Stráluna um keyp av útgerð til veningarhølið og rakstur av virkseminum hjá felagnum, vísandi til viðgerð í trivnaðarnevndini 19.11.2019. Samtykt at keypa útgerð, vísandi til ÍL-581.


Mál nr.: 541-10-2020
Reist av: Líggjas Blábjørg
Málslýsing: Keypa afturat grundstykkinum
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd og selja uml. 4 metrar suður frá matr. nr. 717 og niðan til markið, soleiðis, at stykkið, sum selt verður, verður uml 60 fermetrar.

Mál nr.: 541-21-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Dávagerði II
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina soleiðis, at matr. nr. 613a verður broytt frá E-øki (almen endamál) til B3-øki (íbúðarøki).

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023
21. nov 2023
Kommunustýrisfundur 20.11.2023
24. okt 2023
Kommunustýrisfundur 23.10.2023
27. sep 2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
29. aug 2023
Kommunustýrisfundur 28.08.2023

Send boð til Sjóvar kommunu