Tíðindi

17. sep 2020

Fundur í teknisku nevnd 16.09.2020

 
Tekniska nevnd 16.09.2020
 
Møtt: Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen og Súni F. Olsen
Umframt: Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 16:30-18:10

Mál nr.: 541-5-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyta byggisamtykt við Lágarvegin
Avgerð: Byggisamtyktin verður broytt samsvarandi kommunustýrissamtykt 27. apríl 2020. Umsitingin ger málið klárt.

Mál nr.: 542-40-2020
Reist av: John Danielsen
Málslýsing: Umsókn um frávik
Avgerð: Nevndin mælir til, at serstaka byggisamtyktin fyri Hálsatjørn verður broytt fyri stykkini, matr. nr.79af og 79ag oman fyri vegin. Byggifeltið verður víðkað soleiðis, at vinkulin á 45 gradir ikki verður galdandi. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 541-10-2020
Reist av: Líggjas Blábjørg
Málslýsing: Keypa afturat grundstykkinum
Avgerð: Málið ikki klárt, tikið av skránni.

Mál nr.: 541-12-2020
Reist av: Páll Weihe
Málslýsing: Umsókn um at broyta byggisamtykt á Selatrað
Avgerð: Nevndin mælir til, at byggisamtyktin fyri matr. nr. 100n á Selatrað frá K-øki (landbúnaður) til B-øki (sethúsaøki). Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 541-6-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Sjk., øki til raðhús og íbúðir
Avgerð: Nevndin mælir til, matr. nr 79bs og 79bt, við rundkoyringina við Hálsatjørn og Nónvarða, verður broytt samsvarandi uppskoti frá FuglArk., soleiðis, at loyvi verður at byggja íbúðir á økinum. Lagt fyri kommunustýrið.  

Mál nr.: 541-14-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Sjk., broyting í byggisamtykt í Follendi (matr. nr. 113)
Avgerð: Nevndin mælir til, at økið verður broytt frá K-øki (landbúnaður) til B-øki (sethús), vísandi til uppskot frá teknisku umsiting. Lagt fyri kommunustýrið. 

Mál nr.: 541-3-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Sjk., útstykking á Selatrað
Avgerð: Nevndin heldur fast við at halda fram við ætlaðu útstykkingini á Selatrað.

Viðmerking: Mælt verður til, at peningur til at gera vegin lidnan, verður settur av á fíggjarætlanini fyri 2021. 
  
 

 
 
 
 
 
 

 

 

 

 


 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024
28. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 27.11.2023
10. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 06.11.2023
21. sep 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.09.2023
25. aug 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 23.08.2023
13. jun 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.06.2023
16. mai 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.05.2023
14. apr 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.04.2023

Send boð til Sjóvar kommunu