Tíðindi

01. sep 2020

Kommunustýrisfundur 31.08.2020

 
Kommunustýrisfundur 31.08.2020
 
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen og Pole J. Hansen
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:00

Mál nr.: 104-9-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Gamla missiónshúsið
Avgerð:
Nýtt uppskot frá Lisu: Útseta málið til næsta kommunustýri hevur tikið við, grundað á, at hetta kommunustýrið ikki skal gera eykajáttanir uppá milliónir krónur.
Atkvøðugreiðsla: Tvær atkvøður fyri. Lisa og Anfinn
Fimm atkvøður ímóti: Artur, Steingrím, Jákup, Súni og Pole
Uppskotið fallið.

Atkvøðugreiðsla um tvey uppskot
Uppskot: ikki taka húsið niður. 
Atkvøðugreiðsla: Tríggjar atkvøður fyri. Lisa, Steingrím og Anfinn.
Fýra atkvøður ímóti. Artur, Jákup, Súni og Pole.
Uppskotið fallið.

Uppskot: taka húsið niður og gera av- og ásetingarstað til skúlan:
Atkvøðugreiðsla: Fýra fyri. Artur, Jákup, Súni og Pole
Tríggjar atkvøður ímóti. Lisa, Steingrím og Anfinn.
Samtykt er sostatt, at húsið skal takast niður, og av- og ásetingarstað til skúlan skal gerast á økinum.

Viðmerking frá Artur: Verkætlan og fígging av verkætlanini má fyriliggja, áðrenn arbeiðið kann setast í gongd. Hetta verður gjørt sum skjótast.

Viðmerking frá Lisu, Steingrími og Anfinni: Vit eru ikki ímóti, at av- og ásetingarpláss  verður gjørt til skúlan. Hetta eigur tó ikki at viðføra niðurtøku av gamla missiónshúsinum. Vit hava víst á aðrar skilagóðar loysnir. 
 

Mál nr.: 421-10-2020
Reist av: Líggjas Blábjørg
Málslýsing: Umsókn um at keypa afturat grundstykkinum
Avgerð: Kommunustýrið heldur tað er óheppi at selja so nógv av miðstaðarøkinum. Málið verður lagt aftur til teknisku nevnd at arbeiða víðari við.

Mál nr.: 541-9-2020
Reist av: Øssur Højgaard
Málslýsing: Parkering við Gerðavegin
Avgerð: Samtykt ikki at játta umsóknini.

Mál nr.: 541-11-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt á Fríðufløtum
Avgerð: Samtykt at serstaka byggisamtyktin fyri Fríðufløtur verður broytt fyri stykkini oman fyri vegin. Byggifeltið verður víðkað soleiðis, at vinkulin á 45 gradir ikki verður galdandi. 

Mál nr.: 544-5-2019
Reist av: Pól Frits Høj
Málslýsing: Vatn til seyðahús á Morskranesi
Avgerð: Tekniska nevnd hevur lagt um broyting í byggisamtyktini fyri kommunustýrið.
Lisa bað um at fáa málið um vatn til húsið fyri kommunustýrið. Hetta var einmælt játtað.
Kommunustýrið leggur málið fyri vinnunevndina til viðgerð.
 

Mál nr.: 542-43-2020
Reist av: Marius Joensen
Málslýsing: Umsókn um frávik í byggisamtyktini
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd og geva frávik í byggisamtyktini.

Mál nr.: 17/00132
Reist av: Jóhan H. Funn
Málslýsing: Umsókn um at stoypa garð – frávik í byggisamtyktini
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd og geva frávik í byggisamtyktini.

Mál nr.: 541-8-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Útstykking í Kolbeinagjógv
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd og fíggjarnevnd um at nýggj útstykking verður gjørd til fyribils tvey grundstykki í Kolbeinagjógv. Víst verður til RS-635.

Mál nr.: 651-1-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Skifta køliskipanir í egningarmiðstøð
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá vinnunevnd og fíggjarnevnd um at skifta køliskipanir í egningarmiðstøðini. Samlaði kostnaðurin verður uml. kr. 335.300 uttan MVG. Peningurin verður tikin av RS-760.
 
 
 
 
 
 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023
21. nov 2023
Kommunustýrisfundur 20.11.2023
24. okt 2023
Kommunustýrisfundur 23.10.2023
27. sep 2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
29. aug 2023
Kommunustýrisfundur 28.08.2023

Send boð til Sjóvar kommunu