Tíðindi

18. aug 2020

Nýggjur verkstaðsbygningur reistur við Langanes

Í dag var aftur reisigildi í Sjóvar kommunu. Hesuferð er tó ikki talan um sethús, men um ein verkstaðsbygning hjá R Transport, sum Rasmus Frederiksberg eigur og rekur. Verkstaðurin er staðsettur millum Langanes og bátahylin við Heygsstøð.

R Transport eiga 6 lastbilar og trailarar, umframt 6 gravmaskinur og fleiri smærri bilar, og tí var nú neyðugt at betra um umstøðurnar hjá fyritøkuni. Við nýggja bygninginum eru góðir møguleikar til verkstaðs- og smiðjuarbeiði. 8-10 persónar arbeiða í fyritøkuni, og fleiri av hesum eru annaðhvørt synir ella versynir hjá Rasmusi.

Stoypiarbeiðið hevur MPT Forskalling staðið fyri, ímeðan FD bygging við Fróða Danielsen tekur sær av restini av byggingini.

Bygningurin er umleið 15 x 20 metur til støddar.

Myndir frá í dag, tá bygningurin var reistur, síggjast niðanfyri.

Sjóvar kommuna ynskir R Transport hjartaliga til lukku við reista bygninginum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur
25. sep 2023
Sjóvar kommuna vann gull
11. sep 2023
Stuðuls­renning hjá St.Í.F, 4. sep. 2023
04. sep 2023
Tekniskur leiðari í 20 ár

Send boð til Sjóvar kommunu