Tíðindi

10. aug 2020

Húsarhaldsglas til endurvinning

Nú fáa húsarhald í Sjóvar kommunu eisini møguleikan at skilja glas frá húsarhaldsburturkastinum til endurvinning.

Í samstarvi við IRF, hevur Sjóvar kommuna sett eitt 1000-liturs ílat á ruskplássið á Hulki til glas-burturkast.

Glasið, sum IRF fer at savna inn til endurvinning, verður sent av landinum.

Hvat glas kann latast til endurvinning?

Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast til inn endurvinning. Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni (Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu). Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

Hvat glas kann ikki latast til endurvinning?

  • Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
  • Keramikkur (t.d. urtapottar)
  • Eldføst føt
  • Grýtulok úr glasi
  • Ljósperur (Allar ljósperur skulu í reyða posan)
  • Spegl
  • Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
  • Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á

Skiljing av húsarhaldsburturkast

Tá tað snýr seg um at skilja húsarhaldsruskið, vísir IRF til bæði hvíta og reyða posan.

Í hvíta posan kanst tú lata:

  • Papp/pappír
  • Tíðarrit og prentað bløð
  • Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
  • Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
  • Brævbjálvar (við og uttan rút)
  • Skógvaeskjur, papprullur, bøkur

Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan. Les meira um hvíta posan her.

Í reyða posan kanst tú lata:

  • Ljósperur
  • Battarí (skulu vera í afturlatnum ílati/krukku fyri seg í posanum)
  • Máling
  • Loysingarevni
  • Sýra og lútur
  • Spreydósir
  • Leivdir av plantu- og djóraeitri
  • Smærri elektroniskir lutir
  • Serliga dálkandi burturkast annars

Tú kanst lesa meira um reyða posan her.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl

Send boð til Sjóvar kommunu