Tíðindi

30. jun 2020

Gongutúrur niðan á Skælingsfjall

Ætlanin er at skipa fyri einum gongutúri niðan á Skælingsfjall sunnudagin 12. juli.

Skælingsfjall er 767 metrar høgt og liggur á vestursíðuni á Streymoynni. Av Skælingsfjalli er gott útsýni m.a. yvir Vágoynna, Koltur, Heystur og fjallatindarnar norðanfyri.

Gongutúrurin byrjar á Skeiðsskarðið, sum er á vegnum niðan á Sornfelli. Haðani verður gingið niðan á Skælingsfjall. Uppi á Skælingsfjalli verður okkurt mentarnarligt íkast. Síðani verður gingið oman í bygdina. Á Skælingi verður borðreitt við breyði við føroyskum viðskera. Øl og sodavatn fáast afturvið. Aftaná verða kaffi og kaka at fáa.

Gongutúrurin tekur umleið 6 tímar og er ein miðaltungur túrur. Petur Jákupsson, ættaður av Skælingi, verður ferðaleiðari á túrinum.

Fyri at tryggja okkum góð veðurlíkindi seta vit ikki endaliga dagfesting á túrin, men hava heldur eyguni eftir einum góðum degi. Vit miða tó í fyrsta umfari eftir sunnudegnum 12. juli. Farið verður av Skeiðsskarðið kl. 12.00. Vit geva nærri boð, tá vit nærkast degnum. Viðrar ikki, finna vit ein annan dag.

Um tað verður so, at tað er mjørki á Skælingsfjalli, so gera vit ein alternativan túr. Gingið verður eystanfyri Skælingsfjall, gjøgnum Stórareyn, og síðani oman í bygdina.

Vegna fyrireiking av mati til túrin ynskja vit at hoyra frá øllum, sum kundu hugsað sær at komið við á túrin. Tit siga frá við at ringja á tlf. 232725 ella skriva til bardur@sjovar.fo

Túrurin kostar 200 kr., sum tit rinda við reiðum peningi í bóndans garði á Skælingi.

Til sjálvan gongutúrin skulu tit hava egnan matpakka og drekkivøru við.

Tit skipa sjálvi fyri farti til Skeiðsskarð, og eftir túrin hjálpa vit tykkum aftur til Skeiðsskarð eftir bilunum.

 

Við vón um góða undirtøku.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
17. apr 2024
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 16.04.2024

Send boð til Sjóvar kommunu