Tíðindi

26. jun 2020

Altjóða høll á Strondum


Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur, tann 25. juni 2020, viðgjørt ætlanirnar um at byggja altjóða høll á Strondum. Umboðini úr arbeiðsbólkinum vóru við á fundinum og greiddu frá ætlanunum, og vildu hava at vita, um kommunustýrið var sinnað at vera ein partur av hesi ætlan.

Kommunustýrið metti verkætlanina at vera sera áhugaverda, og tók fult undir við ætlanunum, og játtaði seg at vera ein partur av tilgongdini.

Samlaða íløgan verður umleið 120 mió.kr. og Sjóvar kommuna hevur fíggjarliga orku og vilja til at fara undir hesa verkætlan, treytað av at landspolitikarin eisini vil játta pening. Vit hugsa okkum eitt býti, har ið Sjóvar kommuna rindar 30% og landið rindar 70%.

Vit hava økið klárt, tætt við tunnilsmunnan til Eysturoyartunnilin, og um rætt verður borið at, so kann høllin helst vera klár at taka í nýtslu á sumri 2022.

Høllin skal vera góðkend til hýsa altjóða dystum og kappingum, bæði hondbólti og øðrum ítróttargreinum, soleiðis at føroyska hondbóltslandsliðið kann spæla altjóða heimadystir í Føroyum.

Hetta fer at betra um karmarnar fyri ítróttini við Skálafjørðin og í øllum Føroyum.

Sjálv høllin verður sjálvandi sniðgivin, soleiðis at hon tekur seg væl út og passar til staðsetingina, samstundis sum innrættingin fer at geva møguleika fyri fleiri ítróttargreinum og mentanarligum tiltøkum.

Høllin skal eisini kunna nýtast til ráðstevnur og framsýningar av ymsum slagi, eins og møgulig vinna eisini kann hugsast at vera ein partur av samlaðu verkætlanini.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum
10. apr 2024
Kvøldskúla­framsýningin 2024

Send boð til Sjóvar kommunu