Tíðindi

26. jun 2020

Almenn svimjing mikudagar í summar

Í summar verður møguligt at svimja mikudagar.

Vanliga plagar almenna svimjingin at fylgja skúlagongdini í Stranda skúla, soleiðis at tá summarfrítíðin hjá næmingum og lærarum byrjar, plagar almenna svimjingin eisini at fara í summarfrí. 

Í summar verður tó øðrvísi, tí nú verður almenn svimjing mikudagar í summarfrítíðini.

Almenna svimjingin í summar kemur at fylgja vanligari svimjing mikudagar, har svomið verður soleiðis:

Mikudag (hylurin hitaður til 30 stig)

kl. 16.00 - 17.00: Familjur við pinkubørnum
kl. 17.00 - 20.00: Familjur við børnum 
kl. 20.00 - 21.00: Menn og kvinnur

Teir fyrstu mikudagarnir verða tó skipaðir sum ein royndartíð fyri at síggja, um tørvur er á hesum. Um áhugin at svimja um summarið er lítil, verða tillagingar gjørdar.

Almenn svimjing mánadag og leygardag fer í summarfrí, tá hendan vikan er liðug og byrjar aftur um hálvan august.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum
10. apr 2024
Kvøldskúla­framsýningin 2024

Send boð til Sjóvar kommunu