Tíðindi

04. jun 2020

Læknaviðtalan grundlógardag

Frá læknaviðtaluni á Strondum.

Í morgin, grundlógardag 5. juni, er eingin telefonviðtala hjá Læknaviðtaluni á Strondum.

Til ber tó at bíleggja tíðir og heilivág á www.minlaekni.fo. Svar uppá hesar umbønir vera givnar mánadagin 8 juni.

Eru spurningar um svar, er møguligt at ringja mánadagin 8 juni.

Er talan um bráddliga íkomna sjúku, sum krevur skjóta læknahjálp, er møguligt at ringja á tlf. 477040 fyri at fáa fatur á bráðfeingis-telefonini hjá Læknaviðtaluni. Gjørt verður vart við, at talan her einans er um sjúku, sum ikki kann bíða til komandi viku.

Er tørvur á bráðfeingis læknahjálp, ring á tlf. 112.

Grundlógardagur er hálvur frídagur hjá læknunum. Eftir kl. 12.00 ber tískil til at ringja á tlf. 1870 fyri at fáa fatur á læknavaktini.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu