Tíðindi

03. jun 2020

Útivikan 2020- GAKK OG LÆR!

Hóskvøldið kl. 18 fara vit at ganga á Strondum. Vit hava funnið 65 staðarnøvn í bygdini, sum tit eisini skulu finna. Hetta er eitt gott høvi at læra seg nøkur av nógvu staðarnøvnunum í bygdini.

Vit hittast við Missiónshúsið kl. 18 og fara til gongu. Hetta er ikki ein kapping og eingi krøv eru um, at tú skalt finna øll staðarnøvini.

Ein bólkur, sum eitur Staðarnøvn á Strondum, verður stovnaður á Facebook, og har skulu tit biðja um at sleppa uppí – tit eru vælkomin at bjóða tykkara Facebookvinum við eisini.

Túrurin verður skipaður so, at tit fáa eitt ark við staðarnøvnum, sum tit skulu finna. Havi snildfon við, tí tá tit hava funnið staðið skulu tit leggja eina sjálvsmynd av tykkara bólki undir staðarnavninum, sum vit hava skrivað á Facebookbólkinum.

Best er um fólk finna saman í bólkum, og ein stórur fyrimunur er nokk, at hava onkran vaksnan við. Hetta tiltakið er fyri ØLL, líka frá barninum í vogni til langabban í koyristóli.

Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hetta tiltakið og vóna, at onkur lærir okkurt um staðarnøvn á Strondum.

Síggjast í annaðkvøld kl. 18:00

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl

Send boð til Sjóvar kommunu