Tíðindi

01. jun 2020

Súkklutúrur og svimjing - Útivikan 2020

Í morgin, týsdagin 2. juni kl. 18.00, verður skipað fyri súkklutúri saman við Rynkeby-súkklarum.

Byrja verður við FIFA-vøllin Innan Glyvur og súkkla verður út á Strendur.

Súkklað verður róliga, so bæði børn og vaksin eru vælkomin við. Minnist til at hava hjálm við.

Súkklutúrurin endar við Stranda skúla, har okkurt leskandi verður at fáa, og aftaná eru øll, eisini tey sum ikki hava súkklað, vælkomin at svimja.

Svimjihylurin verður opin frá kl. 19.00-21.00, og tað er ókeypis atgongd.
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum
10. apr 2024
Kvøldskúla­framsýningin 2024

Send boð til Sjóvar kommunu