Tíðindi

31. mai 2020

Uttandura fótbóltsgolf - Útivikan 2020

Í morgin, 2. hvítusunnudag, kl. 15.00-17.00 verður fyrsta tiltakið á Útivikuni 2020. Og ja, nú verður møguligt at spæla golf á Strondum.

Fótbóltsgolf minnir um vanligt golf, tó við einum fótbólti ístaðin fyri lítla golfbóltin, og ístaðin fyri golfkylvu nýta vit fótin at flyta bóltin við.

Aðramáta minnir fótbóltsgolf um vanligt golf, har ræður um at fáa bóltin í holið við fægst skotum.

Byrjað verður við bygdahúsið á Strondum, har reglur og stigakort verða útflýggjað. Hóast tiltakið byrjar kl. 15.00, er ikki neyðugt at møta rættstundis fyri at kunna luttaka. Fólk verður á staðnum fram til kl. 17.00, so áhugaði kunnu koma millum kl. 15.00 og 17.00.

Ætlanin er, at teir 7 banarnir standa uppi alla útivikuna. Sostatt hava tit møguleika at royna fótbóltsgolf aðrar dagar, um áhugi er til tess. Hesar dagar koma reglar, kort og pennar til tykkum at nýta at liggja í gongini til umklæðingarrúmið í bygdahúsinum (við inngongdina omanfyri).

Øll, sum vilja luttaka, skulu hava egnan fótbólt við. Um fleiri ætla at spæla samstundis, skal hvør einstakur hava hvør sín fótbólt. Minnist sjálvandi til hóskandi fótbúna til avbjóðingina.

Tað er Aage Dyssegaard sum eigur hugskotið til fótbóltsgolf, og tað er eisini hann, sum skipar tiltakið.

Reyða linjan á myndini niðanfyri vísir umleið, hvar teir 7 banarnir eru:

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum

Send boð til Sjóvar kommunu