Tíðindi

10. jun 2020

Námsfrøðingar til Lítlafløtt

Námsfrøðingar til dagstovnin Lítlafløtt

Søkt verður eftir:

  • tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um vikuna
  • einum námsfrøðingi at arbeiða 37 tímar um vikuna. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 10. august 2020 til 31. juli 2021. Søkt verður eisini eftir avloysarum.

Vit ynskja:

  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
  • at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
  • at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
  • at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið

Vit bjóða:

  • eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir
  • eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
  • eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Størvini verða sett 10. august 2020 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Meiri kunning

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á telefon 23 27 47. Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo.

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2020, kl. 12:00 og sendast til:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490  Strendur

ella á teldupost litliflottur@sjovar.fo.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum

Send boð til Sjóvar kommunu