Tíðindi

17. mai 2020

Ruddingardagurin 2020 í myndum

Í gjár var árligi ruddingardagurin aftur á skránni.

Ruddað varð í allari Sjóvar kommunu, heilt av Selatrað til Innan Glyvur.

Aftur í ár tóku okkara borgarar sera væl undir við hesum degi, og tað eru vit sera takksom fyri.

Ruddingardagurin hevur fleiri góðar síður, tí umframt umhvørvisligu ávirkanina, er hetta ein dagur, har vit eru úti og flyta okkum, samstundis sum samanhald og trivnaður eisini seta sín dám á dagin.

Sum vanligt varð byrjað við morgunmati á Selatrað, Strondum og Innan Glyvur. Síðani fóru fólk í hvør sítt heraðshorn at rudda, og dagurin endaði við, at kommunan bjóðaði øllum til ein góðan døgurabita í bygdahúsinum.

Samanumtikið kann sigast, at hetta var ein frálíkur dagur, sum eydnaðist sera væl, hóast eitt sindur kalt var í veðrinum.

Óruddið í kommununi er minkað sera nógv, síðani ruddingardagar eru settir á breddan. Sostatt er hetta eitt gott og burðardygt átak fyri kommununa og fólkið, ið her býr. Eisini bendir nakað á, at í samband við fokusið á at rudda og á at verja nátturuna sum heild er ein hugsburðsbroyting farin fram í samband við at tveita burturkast í náttúruna.

Sjóvar kommuna takkar enn einaferð øllum fyri hjálpsemi í samband við dagin.

Myndir av ruddingardegnum síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu