Tíðindi

28. apr 2020

Pakkaveiða á flaggdegnum

Leygardagin, á flaggdegnum, skipaðu nakrir borgarar fyri einum pakkaspæli á Strondum.

60 pakkar vóru goymdir runt í bygdini, sum luttakandi børn skuldu finna.

Spælið byrjaði við, at børnini fingu eitt flagg útflýggjað á ávísum møtistøðum í bygdini kl. 14.00. Síðani varð farið í gongd við pakkaveiðuna.

Myndir vóru lagdar út á facebook av 60 ymiskum støðum, og á hvørjum staði varð síðani ein pakki goymdur.

Tá allir pakkarnir vóru funnir, vóru fløggini sett omanfyri Sjóvarlon, har "Sjá tú blánar" og aðrir felagssangir vórðu sungnir.

Hóast einki flaggdagshald varð fyriskipað í ár, kunnu vit frøast um hetta hugnaliga og stuttliga átakið, sum fekk góða undirtøku.

Niðanfyri er myndir av nøkrum fittum børnum, sum luttóku í pakkaspælinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu