Tíðindi

24. apr 2020

Útstykking við Hálsatjørn


Hugurin at seta búgv í Sjóvar kommuna hevur neyvan nakrantíð verið størri enn nú. Vit merkja ein øktan tørv á nýggjum bústøðum, og øll okkara tøku grundstykkir blivu seld eftir stuttari tíð, umframt at fleiri liggja framvið fyri at fáa eitt stykki, tá ið møguleikin er har.
Vit hava tí loftað hesari avbjóðing, og hava tey seinastu árini gjørt fleiri smærri og størri útstykkingar. Í Geilini, Innan Glyvur, verða í fyrstu atløgu gjørd 3 nýggj grundstykkir og á Selatrað verður fyrireikað ein útstykking til nøkur grundstykkir við Skúlagøtu.
Í 2017 blivu gjørdar útstykkingarætlanir á Fríðufløtum og við Hálsatjørn á Strondum. Tilsamans 11 grundstykkir við Fríðufløtur og 42 grundstykkir við Hálsatjørn, umframt 2 størri økir til møguliga tættari bygging. Øll tey 53 grundstykkini til sethús eru longu seld, og vit fara í næstum at bjóða økini til tættari bygging út alment.
Vísandi til tørvin á grundstykkjum, hava vit gjørt fyrireikingar til eina møguliga víðkan av útstykkingarøkinum við Hálsatjørn.
Á vegastrekkinum, ið gongur frá útstykkingini við Hálsatjørn og oman ímóti Raktanga, eru gjørdar fyrireikingar til síðuvegir, har ið pláss verður fyri tilsamans 49 vanligum grundstykkjum. Enn er støða tó ikki tikin til samansetingina av grundstykkjunum í hesum økinum, um tað bert vera grundstykkir til vanliga sethús, ella vit eisini fara at bjóða økir til íbúðarbygging v.m.
Tað hevur gingið sera væl við útstykkingararbeiðinum, og eru vit í Sjóvar kommunu væl nøgd við arbeiðstoymið. Tað er Munin Sp/f, ið hevur projekteringin undir hond, og sjálvt jørðarbeiðið verður gjørt av Voyt Sp/f, ið samstarvar við Kreton.
Í sera avbjóðandi veðurlíkindum hevur Voyt-manningin verið sera áhaldandi í vindi og regni líka síðani januar, og ongir spilldagar eru skrásettir, men tær seinastu vikurnar hevur veðrið verið munandi meira lagaligt, og í góðveðrinum mikudagin hildu Jóhannus og Eyðstein fyri, at teir burdu fráboðað spilldagar, vísandi til at veðrið var alt ov gott at arbeiða í.
Tíbetur hevði Búi frá Munin verið framsíggin, og kom við køldum ísum til kaffi.
Vit tóku nakrar myndir frá degnum, sum tit kunnu síggja niðanfyri.
 
 

 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu