Tíðindi

24. apr 2020

Fundur í teknisku nevnd 23.04.2020

Tekniska nevnd 23.04.2020 
Møtt: Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Súni F. Olsen
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 16:30-18:30

 


Mál nr.:  541-3-2020 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Sundurbýti millum matr. nr. 9 og “ag”
Avgerð: Mælt verður til, at frávik verður givið eftir §17, stk. 4 í matrikullógini, og at ískoytisummæli verður skrivað. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.:  541-4-2020 
Reist av:  Pola J. Hansen  
Málslýsing: Gamla missiónshúsið
Avgerð: Tikið av skránni tí bíðað verður eftir uppskot frá nevndini, ið arbeiðir við málinum um, hvat skal henda við gamla missiónshúsinum.


Mál nr.:  541-2-2020 
Reist av:  Ása Joensen 
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtykt
Avgerð: Tikið av skránni. Málið verður tikið upp aftur tá avgerð er tikin um, hvør byggisamtykt verður galdandi fyri Raktanga.

 

Mál nr.:  544-1-2019 
Reist av:  Dánjal H. Nielsen 
Málslýsing: Vegøksl við Fløtuvegin
Avgerð: Bunga verður løgd í vegin. Tekniska umsiting tekur sær av málinum.

Mál nr.:  542-8-2020 
Reist av:  Turid Askham 
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður gjørt í byggisamtyktini. Lagt fyri kommunustýrið.

 

Mál nr.:  542-11-2020 
Reist av:  Karstin Justesen 
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður givið, treytað av, at granni gevur loyvi. Tekniska umsiting arbeiðir við málinum. Lagt fyri kommunustýrið.

 

Mál nr.:  544-1-2018 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vatn í Follendi
Avgerð: Nevndin mælir til, at tikið verður av tilboði, kr. 118.000,00 uttan MVG. Lagt fyri fíggjarnevndina.


Mál nr.:  216-3-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Bygdahúsið
Avgerð: Nevndin mælir til, at tikið verður av innkomnum tilboði. Mælt verður til at seta arbeiðið í gongd og vísir til RS571. Lagt fyri fíggjarnevndina.


Mál nr.:  541-23-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Summarhús á Selatrað
Avgerð: Støða kann ikki takast til málið fyrr enn nýggj byggisamtykt fyri økið er klár.

 

Mál nr.:  541-5-2020 
Reist av:  Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Broyta byggisamtykt við Lágarvegin
Avgerð: Nevndin mælir til, at byggisamtyktin fyri matr. nr. 27a á Strondum verður broytt frá sethúsaøki til øki til íbúðarbygging. Lagt fyri kommunustýrið.

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024
28. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 27.11.2023
10. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 06.11.2023
21. sep 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.09.2023
25. aug 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 23.08.2023
13. jun 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.06.2023
16. mai 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.05.2023

Send boð til Sjóvar kommunu