Tíðindi

21. apr 2020

Væleydnað bil-útimøti á Hulki

Sunnudagin kl. 18.00 var eitt øðrvísi tiltak á Hulki, har Missiónshúsið á Strondum skipaði fyri einum bil-útimøti.

Niðanfyri endurgeva vit eina samanumtøku frá Missiónshúsinum á Strondum.

Myndirnar, sum síggjast niðast í greinini, hava vit fingið frá Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum starvast fyri Kirkjuligu Heimamissiónina. Á heimasíðuni hjá Trúboðanum er ein grein um bil-útimøtið, og har ber eisini til at síggja eitt stutt filmsbrot, sum tekur saman um møti. Leinkja til Trúboðan er her.

 

Bilútimøti sunnukvøldið 19. apríl 2020

Síðstu seks vikurnar hava verið ein løgin tíð. Einki møti, eingin guðstænasta, eingin bíbliutími, eingin bønarløta, eingin kórvenjing, eingin barnaringur og so framvegis. Og tó, hava vit kunnað sitið við hvør sín skíggja og soleiðis verið til møti. Tað hevur verið gott, og stóra tøkk skulu øll tey mongu hava, sum á nógvar ymiskar mátar hava boðað Guðs orð hesar vikur. Men vit mugu samstundis ásanna, at felagsskapurin manglar. Og felagsskapurin er ein av teimum fýra grundarsteinunum hjá kristnum. Vit lesa í Áps. 2, 42: “Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar”. Vit sakna altargongdina, og vit sakna at koma saman.


Sunnukvøldið varð ein roynd gjørd at koma saman í fjarstøðu. Skipað var fyri bilútimøti inni á Hulki. Signar á Reynatrøð í Leirvík talaði, Linda og Judit sungu tveir sangir, Mariann hevði vitnisburð, Pauli leiddi og Hanus, Julia, Elisabeth og Pauli tóku sær av felagssanginum. Rói og Eyðstein høvdu alt tað tekniska um hendi, og Rógvi tók sær hegnisliga av bilparkeringini. Ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan var sera góð. Ofta plaga vit at tosa um, hvussu nógv fólk vóru á møti. Hesaferð kann sigast, at umleið 80 bilar – og ein bátur vóru á møti  Kanska umleið 150 fólk. Vit fingu góðan boðskap, góðan sang, og veðrið var eisini gott. Sjálvandi høvdu vit heldur ynskt at farið á vanligt møti, men sum umstøðurnar eru,  var hetta eitt gott alternativ, sum avgjørt kann endurtakast.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu