Tíðindi

03. apr 2020

Einki gjald fyri barnaansing

 

Nógv hava spurt um, hvussu verður við dagstovnagjaldinum nú mest sum alt landið liggur lamið.

Kommunustýrið hevði roknað við, at Kommunufelagið meldaði út eina felags støðu viðv. gjaldinum, men enn er eingin fráboðan komin.

Kommunustýrið heldur ikki at bíðast kann meira eftir Kommunufelagnum, og hevur tí á fundi í gjár samtykt, at einki gjald verður kravt fyri barnaansing so leingi serligu tiltøkini í samband við Covid-19 standa við.

Samtyktin er galdandi til 13. apríl. Um nýggj boð koma um tiltøk í samband við Covid-19, verður málið tikið uppaftur.

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum
10. apr 2024
Kvøldskúla­framsýningin 2024

Send boð til Sjóvar kommunu