Tíðindi

26. mar 2020

Barnaverndartænastan - kunning í samband við Covid-19

Sóttarhald og tað, at vit øll eru meira heima, kann verða serliga avbjóðandi hjá børnum, sum frammanundan hava tað trupult heima.

Barnaverndartænasturnar kring landið eru, nú sum áður, tøkar alt døgnið at veita ráðgeving og hjálp til børn og familjur. Telefon og teldupost adressur eru at finna her.

Spurningar, sum snúgva seg um corona svarast á tlf. 304040 og kunning finst á:

corona.fo/

Setið tykkum í samband við barnaverndartænasturnar, um tørvur er á bráðfeingis hjálp til børn, orsaka av foreldranna vantandi umsorgan, harðskapi ella øðrum ágangi.

Vaktelefonin svarar alt døgnið, men er bert ætlað til bráðfeingis støður.

Ert tú stúrin um umstøðurnar hjá einum barni, uttan at talan er um eina bráðfeingis støðu, eigur tú at fráboða avvarðandi barnaverndartænastu.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu