Tíðindi

26. feb 2020

Strandalega 2020 - 13.-15. mars í Nesvík

Øll eru vælkomin á Strandalegu vikuskiftið 13.-15. mars í Nesvík.

Vit hittast í Nesvík til eitt hugnaligt vikuskifti, har hugni, góður felagsskapur og góður matur er á skránni.

Tilmelding á tilmelding.fo. Tað ber eisini til at melda seg til leguna bara leygardag.

Setið vikuskiftið av og komið til Nesvíkar at njóta eitt hugnaligt vikuskifti saman.

Sambært fyrireikarunum, hava nógv longu meldað seg til leguna, so tað er at gera skjótt av, um man ætlar sær at gista í Nesvík.

 

Úr skránni:

Fríggjadag - hugnaløta, flogbóltskapping, sjavs, borðspøl og hugnaligt sofaprát.

Leygardag - renning og MAX-venjing fyri tey morgunfrísku, fyrilestur við Sigrun Heldarskarð og Pól Johannesen, ymiskir aktivitetir m.a. "Games of Records"-kapping, BUBU vitjar, hugnaløta við sangi, skemti og framførslu, spæl í høllini og náttarmatur.

Sunnudag - sunnudagsskúli og kirkjugongd.

 

Prísir:

Alt vikuskiftið:

  • barn upp til 7 ár - 100 kr.
  • barn 8 til 14 ár - 200 kr.
  • ung 15-25 ár - 350 kr.
  • vaksin - 500 kr.

Leygardag:

  • barn upp til 7 ár - 50 kr.
  • barn 8 til 14 ár - 150 kr.
  • ung 15-25 ár - 200 kr.
  • vaksin - 350 kr.

 

Fyrireikararnir

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl

Send boð til Sjóvar kommunu