Tíðindi

20. feb 2020

Missiónsvika á Strondum

Missiónsvikan á Strondum byrjar sunnudagin 23. februar við einum familjumøti og endar sunnukvøldið 1. mars.

Bønarløta er 45 minuttir áðrenn møtini byrja, og kaffi er aftaná øll møtini.

Leygarkvøldið er innsavnan til trúboðarar, og sunnukvøldið er innsavnan til Missiónshúsið á Strondum.

Barnaansing er fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

 

Skráin fyri vikuna:
 

Sunnukvøld 23. feb.: Familjumøti klokkan 18.00

Frits Thomsen talar og barnakórið av Skála syngur

 

Mánakvøld 24. feb.: Møti klokkan 19.30

Marjan K. Nielsen talar og Bjarta Á. Berthelsen og Gudný Johannessen syngja

 

Týskvøld 25. feb.: Møti klokkan 19.30

Símun P. Jacobsen talar og ungar gentur av Strondum syngja

 

Mikukvøld 26. feb.: Føstugudstænasta klokkan 20.10

Pól Johannessen prædikar og sløkkiliðsmenninir syngja

 

Hósdagin 27. feb.: Morgunkaffi klokkan 10.00 – Ellintur Abrahamsen hevur eina andakt

Møti klokkan 19.30

Petur Martin Glerfoss talar og mansbólkur úr Klaksvík

 

Fríggjakvøld 28. feb.: Møti klokkan 19.30

Ólavur Jacobsen talar og systkin av Skála syngja

Aftaná er eftirmøti.

 

Leygarkvøld 29 feb.: Møti klokkan 19.30

Carsten F. Mikkelsen talar og Taborkórið syngur

Klokkan 22.00 er ungdómstiltak. Rósa Danielsen talar og Lilja Klein Jacobsen syngur

 

Sunnudagin 1. mars: Gudstænasta við altargongd klokkan 11.00 – Símun P. Jacobsen prædikar

Møti klokkan 18.00

Torleif Johannesen talar og Effata syngur

Aftaná er eftirmøti.

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu