Tíðindi

19. feb 2020

Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri Strendur

 

 

Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 24. feb. 2020 til mánadagin 16. mars 2020.

Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
• Partur av K-øki (landbúnaðarøki) í Selvindi á Strondum verður broytt til B-øki (sethúsaøki)
• Øki, ið verða broytt eru partur av matr. nr. 280 og partur av matr. nr. 648

Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490  Strendur
ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi mánadagin 27. apríl 2020

Sjóvar kommuna

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu