Tíðindi
Helena og Astrid 40 ára starvsdag
Hátíðarhald var á Sjóvarlon í dag í samband við, at Helena Berthelsen og Astrid Anthoniussen høvdu 40 ára starvsdag í heimatænastuni á vestara armi á Skálafjørðinum.
Helena og Astrid hava gjøgnum árini starvast á ymsum arbeiðsplássum innan heilsurøktina, men eru nú báðar í starvi á Sjóvarlon, og nógv varð gjørt burturúr til tess at fagna teimum báðum á starvsdegnum í dag. Starvsfelagar, búfólk, familja og onnur vóru við at seta dám á løtuna.
Gunn H. Olsen, leiðari á Sjóvarlon, segði nøkur orð um høvðuspersónarnar báðar, áðrenn gávur og blómutyssi vóru handaði teimum báðum. Gunn vísti m.a. á, hvussu tær á hvør sín hátt hava givið sítt stóra íkast til heimatænastuna í økinum. Gávur og blómutyssi vóru handað av Gunn, vegna Sjóvarlon, Jóngerð Guttesen, leiðari á Roðanum og Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Eftir handanina fóru harmonikan og gittarin at spæla undir til felagssang, har m.a. ein sangur, sum starvsfelagarnir á Sjóvarlon hava yrkt til høvið, varð sungin. Aftaná var ábit við pinnamati, køkum og kaffi.
Sjóvar kommuna ynskir Helenu og Astrid hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdøgunum, við ynskjum um blíðan byr frameftir.