Tíðindi
Fundur í trivnaðarnevndini 19.06.2019
Møtt: Pole J. Hansen, Anfinn Gærdum og Jákup Berthelsen
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 15:30 – 17.20
Viðmerkingar: Artur fór av fundinum kl. 16.30
Mál nr.: 323-2-2019
Reist av: FaroesUnit
Málslýsing: FaroesUnit, umsókn um stuðul til filmsverkætlan
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul
Mál nr.: 549-1-2019
Reist av: Eyð J. Smedemark
Málslýsing: Eyð J. Smedemark, benkur borð og skrellispannir á Strondum og Selatrað
Avgerð: Fyrisitingin arbeiður víðari við málinum
Mál nr.: 329-3-2019
Reist av: Parkinsonfelagið
Málslýsing: Parkinsonfelagið, umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul
Mál nr.: 328-7-2019
Reist av: Skála ÍF
Málslýsing: Skála ÍF, umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla sum vanligt við kr. 30.000
Mál nr.: 329-2-2019
Reist av: Sjóvar Pensionistafelag
Málslýsing: Sjóvar Pensionistafelag, umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla við kr. 15.000 til nýggja brandtrappu
Sjóvar kommuna veitur fastan stuðul til Sjóvar Pensionistafelag á kr. 24.000 um árið.
Mál nr.: 323-3-2019
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Sjk. bókaútgáva
Avgerð: Sjóvar kommuna hjálpir Ragnari Danielsen við tí praktiska í samband við bókaútgávuna við bygdasøgunum.
Mál nr.: 14/00002
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: 3. flokkur Stranda skúli, umsókn um spælipláss í skúlagarðinum
Avgerð: Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá skúlastýrinum. Málið verður lagt fyri kommunustýrið
Mál nr.: 432-1-2019
Reist av: Kommunulækni 4
Málslýsing: Kommunulækni 4, umsókn um játtan til amboð
Avgerð: Nevndin mælir til at keypa nýggj amboð til kommunulækna 4
Málið verður lagt fyri kommunustýrið
Mál nr.: 542-15-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Sjóvar kommuna, umvæling í bygdahúsinum (Strálurúmunum)
Avgerð: Málið verður lagt fyri kommunustýrið