Tíðindi

23. aug 2019

Fundur í teknisku nevnd 22.08.2019

Tekniska nevnd 22.08.2019 
Møtt: Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Súni F. Olsen   
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 18:00-21:00

 

Mál nr.:  541-14-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Grundstykkjaprísir
Avgerð: Tekniska nevnd mælir til, at prísurin fyri grundstykkir á Selatrað, Morskranesi, Kolbeinagjógv og Innan Glyvur, verður kr. 200,00. Lagt fyri kommunustýrið.

 

Mál nr.:  541-19-2019 
Reist av:  Leilu Johannesen 
Málslýsing: Umsókn um grundstykki við Kolbeinagjógv
Avgerð: Tekniska umsiting arbeiðir við málinum.

 

Mál nr.:  542-31-2019 
Reist av:  Ragnhard Petersen 
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Tekniska nevnd mælir til, at frávik verður givið í byggisamtyktini, vísandi til, at avbjóðingarnar við lendinum gera tað torført at halda byggisamtyktina. Lagt fyri kommunustýrið.

 

Mál nr.:  541-18-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt við Sjógv
Avgerð: Mælt verður til, at økið við Sjógv, frá matr. nr. 299 til 88 niðan fyri gøtuna, sum gongur millum Follendisveg og Sjóvarveg, verður broytt frá J-øki til B-øki. Mælt verður til, at økið millum matr. nr. 123 og 683 í sama øki, verður broytt frá J-øki til K-øki. Lagt fyri kommunustýrið.

 

Mál nr.:  541-15-2019 
Reist av:  Eliesar F. Høj 
Málslýsing: Umsókn um jørð
Avgerð: Nevndin mælir til játta umsóknini og selja fyri kr. 150,00 fyri fermeturin. Lagt fyri kommunustýrið.

 

Mál nr.:  542-34-2019 
Reist av:  Jens L. Thomsen 
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Umsøkjarin arbeiðir víðari við málinum.

 

Mál nr.:  541-10-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt við Mógvaboðar
Avgerð: Kunning

 

Mál nr.:   17/00039
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vøggustovur
Avgerð: Kunning

 

Mál nr.:  541-2-2018 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Byggisamtykt á Byrgi
Avgerð: Umsitingin arbeiðir við málinum. 

 

Mál nr.:   
Reist av:  Andersens Beding 
Málslýsing: Spyr um loyvi at leggja lok á ánna, sum rennur sunnan fyri bedingina.
Avgerð: Kunning

 

Mál nr.:  542-21-2019 
Reist av:  Tummas S. Høj 
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Umsitingin arbeiðir við málinum.

 

Mál nr.:  544-11-2018 
Reist av:  Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Vatn í Follendi
Avgerð: Kunning. Tumsiting arbeiðir við málinum.

 

Mál nr.:  544-11-2018 
Reist av:  Jóhan Andersen 
Málslýsing: Vegur, matr. nr. 323, í Follendi
Avgerð: Kunning.

 

Mál nr.:  104-9-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Gamla missiónshúsið
Avgerð: Umrøtt

 

Mál nr.:    104-8-2019
Reist av:   Sjóvar kommunu
Málslýsing: Raktangi
Avgerð: Umrøtt

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024
28. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 27.11.2023
10. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 06.11.2023
21. sep 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.09.2023
25. aug 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 23.08.2023
13. jun 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.06.2023
16. mai 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.05.2023
14. apr 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.04.2023

Send boð til Sjóvar kommunu