Tíðindi

08. nov 2019

Nýggj hús reist á Hálsagøtu

So vóru aftur eini hús reist í Sjóvar kommunu, hesuferð á Hálsagøtu á Strondum. Eigarin av nýggja húsinum er Olaf Gærdum Funderud.

Norðsetur Hús P/F standa fyri byggingini av húsinum.

Eigarin, Olaf, starvast sjálvur hjá Norðsetur, og hevur hann tí reist nógv hús ymsastaðni í Føroyum. Olaf var sjálvur í arbeiðsklæðum í dag, og hann viðgekk, at hóast  hann hevði roynt hetta mangar ferðir áður, so var kenslan at reisa síni egnu hús heilt serstøk.

Myndir av húsinum síggjast niðanfyri.

Sjóvar kommuna ynskir Olafi hjartaliga til lukku við reista húsinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu