Tíðindi
Kommunustýrisfundur 29.10.2018
Kommunustýrisfundur 29.10.2018
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:50
Mál nr.: 104-9-2018
Reist av: Roðanum
Málslýsing: Umsókn um eykajáttan til buss. Onnur viðgerð.
Avgerð: Samtykt
Mál nr.: 211-3-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eykajáttanir 2018. Onnur viðgerð.
Avgerð: Samtykt.
Mál nr.: 323-2-2018
Reist av: Sjóvar fornminnafelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita kr. 64.720,00 kr. sum stuðul til at skifta takið á Turkihúsinum.
Mál nr.: 543-1-2018
Reist av: Skálafjarðar Sløkkiliði
Málslýsing: Umsókn um eykajáttan til bil og brandstøð. Fyrsta viðgerð.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð at játta kr. 164.000 til brandbil og kr. 114.800 til at gera brandstøðina á Skála lidna. Onnur viðgerð verður 26. nov.
Mál nr.: 15-21-86
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Skrivstovur til skúlaleiðsluna
Avgerð: Samtykt at seta arbeiðið ígongd sum skjótast. Peningurin er játtaður á RS-413.
Mál nr.: 541-3-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Útstykking á Selatrað
Avgerð: Samtykt at senda svarskriv til hoyringsskriv til Búnaðarstovuna.
Mál nr.: 543-2-2018
Reist av: Skálafjarðar Sløkkiliði
Dagf.: Fíggjarætlan 2019.
Avgerð: Samtykt at taka undir við fíggjarætlanini hjá Sløkkiliðnum.
Mál nr.: 103-9-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eftirlitsfólk til svimjihylin
Avgerð: Sett.
Mál nr.: 104-5-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Búmerkjakapping
Avgerð: Samtykt at velja eitt av innkomnu uppskotunum til nýtt búmerki hjá Sjóvar kommunu. Trivnaðarnevndin arbeiðir víðari við málinum.