Tíðindi

01. mai 2018

Kommunustýrisfundur 30.04.2018

Møtt:  Artur, Lisa, Pole, Steingrím, Súni og Jákup. Anfinn kom á fundin kl. 17:30 
Umframt: Tummas.   
Sonja og Jákup Pauli frá FuglArk. 
Skrivari: Anna E. Joensen     
Klokkan: 17:00-22:15


Mál nr.: 16-41-06 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Útstykking á Fríðufløtum 
Avgerð: Samtykt at gera eitt grundstykki afturat á Fríðufløtum. 
Samtykt at biðja eigaran av matr. nr. 87 selja kommununi stykkið fyri endan á vegnum. 
Tekniska nevnd arbeiðir víðari við málinum.

 

Mál nr.: 541-5-2018 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Serstøk byggisamtykt fyri Fríðufløtur og Hálsatjørn 
Avgerð: Samtykt at taka undir við uppskotinum um serstaka byggisamtykt, við hesi broyting í grein 5:
5. Øki til bilstøðlar: 
5.1 Á hvørjum grundstykki skulu í minsta lagi vera trý parkeringspláss til bilar (umframt møguligt bilhús), og skal ávikavist umsóknin um byggiloyvi lýsa hesi viðurskifti eins og hesi eru fortreyt fyri at byggingin kann roknast sum liðug og klár at taka í nýtslu.

5.2 Eru fleiri búeindir á sama grundstykki, skulu í minsta lagi vera tvey parkeringspláss til bilar (umframt møguligt bilhús) fyri hvørja búeind, og skal ávikavist umsóknin um byggiloyvi lýsa hesi viðurskifti eins og hesi eru fortreyt fyri at byggingin kann roknast sum liðug og klár at taka í nýtslu.

Jákup Pauli og Sonja fóru av fundinum kl. 18:30

 

Mál nr.: 214-1-2018 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Lántøka til útstykkingar 
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini. Umsitingin arbeiðir við málinum. 

 

Mál nr.: 323-1-2018 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Skifta tak á bygdahúsinum
Avgerð: Samtykt við fimm atkvøðum fyri at taka av tilboði uppá eternit tak frá Norcon fyri kr. 1.371.110,00 við mvg.   
Hesi atkvøddu fyri: Artur, Anfinn, Jákup, Súni og Pole.   
Eingin atkvøða ímóti. 
Steingrím og Lisa atkvøddu blankt. 
Verður fíggjað við tøkum peningi. Víst verður til RS571. 
Neyðugt verður við eykajáttan á kr. 600.000, vísandi til, at nóg nógvur peningur ikki er settur av á fíggjarætlanini fyri 2018. 
Umsókn um eykajáttan verður løgd fyri fíggjarnevndina.

Viðmerking frá Steingrími og Lisu: 
Grundin til, at vit ikki atkvøða fyri erternit taki, er, at eternit tak krevur meira viðlíkahald enn aluminiumstak, og royndir vísa, at viðlíkahald ikki hevur verið raðfest á verandi erternit tøkum á bygningum hjá kommununi.

Tummas fór av fundinum kl. 20:45

 

Mál nr.: 324-1-2018 
Reist av: Camping 
Viðgerð: Ábøtur á kampingøkinum 
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.

 

Mál nr.: 328-4-2018 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Sitipláss við vøllin við bygdahúsið 
Avgerð: Samtykt at gera sitipláss við vøllin, sambært uppskoti frá Steingrími.   Verður fíggjað við tøkum peningi.

 

Mál nr.: 104-2-2018 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Heimasíða 
Trivnaðarnevndin heldur, at tíðin er komin til at fáa nýtt búmerki. 
Avgerð: Samtykt at skriva út búmerkjakapping. Umsitingin arbeiðir við málinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023
21. nov 2023
Kommunustýrisfundur 20.11.2023
24. okt 2023
Kommunustýrisfundur 23.10.2023
27. sep 2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
29. aug 2023
Kommunustýrisfundur 28.08.2023

Send boð til Sjóvar kommunu