Tíðindi

18. jan 2019

Fundur í teknisku nevnd 16.01.2019

Tekniska nevnd 16.01.2019 
Møtt: Lisa Frederiksberg,
Steingrím Jacobsen,
Súni F. Olsen

Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-20:30


Mál nr.: 548-2-2018 
Reist av: Sólvá G. Funderud : 
Málslýsing: Umsókn um at keypa afturat matr. nr. 33
Avgerð: Samtykt at selja Sólvá uml. 20 fermetrar, fyri kr. 89 fyri fermeturin, at leggja saman við matr. nr. 33. Sølan er treytað av góðkenning frá Landsverk.


Mál nr.: 541-9-2018 
Reist av: Marnar Gærdum  
Málslýsing: Umsókn um at keypa afturat matr. nr. 689
Avgerð: Samtykt, at Marnar Gærdum fær loyvi at keypa afturat norður eftir frá matr. nr. 689, fyri kr. 89,00 fyri fermeturin. Nevndin vil tó tryggja sær, at uml. 2,50 m eru eftir til gøtu millum matr. nr. 689 og 960. 
Umsitingin avgreiðir málið.


Mál nr.: 542-39-2018 
Reist av: Jákup Berthelsen  
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Súni metti seg ógegnigan í hesum málinum, og hann luttók tí ikki í viðgerðini.
Avgerð: Arbeiða við málinum til næsta fund.


Mál nr.: 542-38-2018 
Reist av: Páll Olsen  
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Tekniska nevnd mælir til, at byggiloyvi verður givið, treytað av góðkenning frá Landsverk. Umsitingin avgreiðir málið. 


Mál nr.: 542-40-2018 
Reist av: Marine Harvest  
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður givið, so loyvi kann gevast til nevndu umsókn. Nevndin mælir til, at vegurin norðan fyri virkið verður breiðkaður norður ímóti matr. nr. 38a. 
Lagt fyri kommunustýrið. 


Mál nr.: 17/00039 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Hølisviðurskifti á Lítlafløtti
Avgerð: Nevndin mælir til at tikið verður av innkomnum tilboði til tríggjar nýggjar vøggustovur. Mælt verður eisini til at taka av tilboði til jarðhita. 
Lagt fyri fíggjarnevndina. 


Mál nr.: 15-42-33 
Reist av: Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Kommunuskrivstovan
Avgerð: Kunning.


Mál nr.: 14-19-62 
Reist av: Jóhonnu Danielsen  
Málslýsing: Høli í skúlanum
Avgerð: Kunning


Mál nr.: 15-21-86 
Reist av: Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Skrivstovur til skúlaleiðsluna
Avgerð: Kunning um hvussu langt arbeiðið er komið. Verður væntandi liðugt seinni í mánaðinum.

Mál nr.: 
Reist av: Evy Joensen og Lenu Jacobsen  
Málslýsing: Umsókn um marknaumskipan
Avgerð: Samtykt at viðmæla umsóknini.

Mál nr.: 
Reist av: Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Góðkenning av oljutangum sambært kunngerð
Avgerð: Avgreitt.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024
28. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 27.11.2023
10. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 06.11.2023
21. sep 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.09.2023
25. aug 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 23.08.2023
13. jun 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.06.2023
16. mai 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.05.2023
14. apr 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.04.2023

Send boð til Sjóvar kommunu