Tíðindi

26. feb 2018

Fundur í teknisku nevnd 22.02.2018

Møtt:  Steingrím, Súni og Lisa
Umframt: Tummas
Skrivari: Artur Johansen     Klokkan: 16:30-19:20

Mál nr.: 15/00088 – Byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Endurskoða byggisamtyktina
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.: 541-2-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Serstøk byggisamtykt á Byrgi.
Uppskot til serstaka byggisamtykt bleiv framlagt.
B4 øki – sethús/ íbúðarbygging
Økið skal nýtast til bústaðir, sum stakhús ella íbúðarbygging. 
Avgerð: Nýggj serstøk byggisamtykt fyri økið á Byrgi verður løgd fram. Byggisamtyktin ásetir, at tað umframt sethús, verður loyvt at byggja íbúðir á økinum. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 17/00090
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Kirkjugarður inni í Bø/á Fríðriksmørk.
Fyribilsuppskot til lendisætlan framløgd og viðgjørd.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum út frá framløgdu ætlanini.

Mál nr.: 2009-44-57 – Vatn Kolbeinagjógv
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Kommunustýrið hevur avsett pening á fíggjarætlanini til vatnveiting til Kolbeinagjógv í 2018. Verkætlan frá tekniskari umsiting bleiv framløgd og viðgjørd.  
Avgerð: Nevndin samd um at tekniska umsiting ger avtalu við arbeiðstakara um linjuføring og verkætlanina.  Víst  verður til RS-651. Lagt fyri fíggjarnevndina. 

Mál nr.: 548-1-2018
Reist av: Brian Smedemark
Viðgerð: Keyp afturat matr.nr. 696
Nevndin viðgjørdi umsókn um at keypa afturat matr.nr. 696, Strendur. 
Avgerð: Nevndin samd um at játta umsóknini. 

Mál nr.: 16-41-06 - Útstykking Hálsatjørn og Fríðufløtur
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Sáttmáli um útstykking, herundir tíðarætlan og moldgoymsla. Tilmæli frá tekniskari umsiting er til viðgerðar.
Avgerð: Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniskari umsiting.  Lagt fyri kommunustýrið. 

Mál nr.: Skifta tak á Bygdahúsinum
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Fyribils arbeiðsætlan til at skifta tak á Bygdahúsinum bleiv framløgd. 
Nevndin mælir til at fylgja løgdu fyribilsætlan og at biðja um tilboð frá fleiri veitarum. 
Viðgerð, sum ikki skal á heimasíðuna:
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum. 

Mál nr.: Klæðing av matr.nr. 803
Reist av: Marius Danielsen
Viðgerð: Klæða neyst matr.nr. 803.
Teknisk umsiting tekur sær av málinum.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.: Umsókn um grundstykki 
Reist av: Óli Djurhuus
Viðgerð: Grundstykki á Selatrað
Avgerð: Samtykt at keypa jørð til grundstykki.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024
28. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 27.11.2023
10. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 06.11.2023
21. sep 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.09.2023
25. aug 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 23.08.2023
13. jun 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.06.2023
16. mai 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.05.2023
14. apr 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.04.2023

Send boð til Sjóvar kommunu