Tíðindi

19. mar 2019

Fíggjarnevndarfundur 19.03.2019

Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Súni F. Olsen
Skrivari: Julia Kass
kl.: 08.00-10.00

Mál nr.: 104-3-2019 – Leigusáttmáli í Heygsstøð 
Reist av: Sjóvar kommuna 
Málslýsing: Verandi sáttmáli, sum upprunaliga bleiv gjørdur ímillum Sjóvar kommunu og Pf Viking Seafood, bleiv tinglýstur í 2000, og gongur út næsta ár. Í sambandi við at Marine Harvest, MOWI, Faroes, hevur keypt bygningin, mæla vit til at nýggjur sáttmáli verður gjørdur. 
Avgerð: Samtykt at gera nýggjan sáttmála við Mowi Faroes.


Mál nr.: 544-8-2018 – Johan Kass, gøtuljós á Strandaveg 
Reist av: Jóhann Kass 
Málslýsing: Jóhann Kass hevur heitt á Sjóvar kommunu um at seta fleiri gøtuljós fram við landsvegnum, har ið snarað verður inn á Glyvursvegin. Sera myrkt er í økinum, og talan er helst um eini 5 gøtuljós.
Avgerð: Samtykt at leggja málið fyri teknisku nevnd, vísandi til viðkomandi kontur.

Mál nr.: 104-1-2019 - Talgildu Føroyar 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarmálaráðið hevur sent samstarvsavtalu ímillum Sjóvar kommunu og Føroya Landsstýri, um talgildu Føroyar. Avtalan er ein liður í at skipa eitt talgilt undirstøðukervi fyri fólk, vinnu og samfelag sum heild.
Avgerð: Málið umrøtt. Útsett til seinni fund. Kunning um málið á komandi kommunustýrisfundi. 


Mál nr.: 104-5-2019 – Kongshavnar havn, loftmátingar á Skálafjørðinum 
Reist av: Kongshavnar havn 
Málslýsing: Runavíkar kommuna søkir um, at fáa fígging úr Kongshavnar Havn, í sambandi við at ætlan er at gera loftmátingar á Skálafjørðinum. Peningurin verður at taka av felagskontu í Kongshavnar havn.
Avgerð: Samtykt at mæla til at játtanin frá Runavíkar kommunu verður gingin á møti. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 15/00086 – Skrivstovur til skúlaleiðsluna 
Reist av: Sjóvar kommuna 
Málslýsing: Skrivstovur til skúlaleiðsluna.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd. Víst verður til RS-413. Lagt fyri kommunustýri.


Mál nr.: 17/00133 – Umsókn um ítróttaramboð 
Reist av: Stranda skúli 
Málslýsing: Ítróttaramboð.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at játta 189.133 kr., til ítróttaramboð. Víst verður til RS-413. Lagt fyri kommunustýri.


Mál nr.: 17/0061 – Umvælingar í Bygdahúsinum 
Reist av: Sjóvar kommuna 
Málslýsing: Umvælingar í Bygdahúsinum.
Avgerð: Samtykt at loka málið og stovna nýggj ítøkilig mál viðvíkjandi umvæling og endurnýggjan.


Mál nr.: 321-1-2018 – Klima, viðlíkahald í skúlanum 
Reist av: Sjóvar kommuna 
Málslýsing: Tænastuavtala um viðlíkahald í Stranda skúla - Klima.
Avgerð: Samtykt at mæla til, at tænastuavtala verður gjørd. Lagt fyri kommunustýrið. 


Mál nr.: 17/00039 
Reist av: Sjóvar kommuna 
Málslýsing: Hølisviðurskifti á Lítlifløtti. Flutningur av modulum frá Scandibyg til Fløtuveg 82 á Strondum. Trý tilboð eru komin inn.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at taka av lægsta tilboði 


Mál nr.: Mánaðarroknskapur februar 
Reist av: Sjóvar kommuna 
Málslýsing: Kunning um fíggjarligu gongdina

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. feb 2024
Fíggjar­nevndarfundur 20.02.2024
25. jan 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.01.2024
12. des 2023
Fíggjar­nevndarfundur 11.12.2023
16. nov 2023
Fíggjar­nevndarfundur 15.11.2023
21. sep 2023
Fíggjar­nevndarfundur 20.09.2023
15. jun 2023
Fíggjar­nevndarfundur 14.06.2023
17. mai 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.05.2023
17. feb 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.02.2023

Send boð til Sjóvar kommunu