Tíðindi

26. okt 2018

Fundur í fíggjarnevndini 25.10.2018

Fíggjarnevndin 25.10.2018  
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Súni F. Olsen   
Skrivari: Julia Kass 
Klokkan: 17:00-18:15 


Mál nr.:  543-1-2018     
Reist av:  Skálafjarðar Sløkkilið 
Málslýsing: Umsókn um eykajáttan til bil og brandstøð. 
Sløkkiliðið biður um eykajáttan á kr. 164.000 til nýggjan sløkkibil og kr. 114.800 til at gera uppihaldsrúm liðug á Brandstøðini Skála/Strendur. 
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at játtað umsóknini og gera eina eykajáttan á RS-720 á kr. 278.800 Lagt fyri kommunustýrið. 
  

Mál nr.:  323-2-2018   
Reist av:  Sjóvar fornminnafelag 
Málslýsing: Umsókn um stuðul til at skifta tak á Turkihúsinum. 
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 64.720 og leggur málið fyri fíggjarnevndina. 
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at peningur verður tikin av játtanini á RS-552. Lagt fyri kommunustýrið. 


Mál nr.:  543-2-2018  
Reist av:  Skálafjarðar Sløkkilið 
Málslýsing: Uppskot til fíggjarætlan fyri 2019. Gjald pr. íbúgva óbroytt kr. 305,00
Avgerð: Fíggjarnevndin góðkennir ætlanina og tekur upphæddina við í ætlanina hjá kommununi fyri 2019. Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.:  328-8-2018    
Reist av:  Stíf 
Málslýsing: Umsókn sum Stuðul. 
Stíf hevur latið roknskapin fyri 2016/17 inn og biður um stuðul fyri 2017.
Trivnaðarnevndin mælir til at játtað stuðul og leggur málið fyri fíggjarnevndina. 
Avgerð: Fíggjarnevndin játtar at gjalda stuðulin fyri 2017. 


Mál nr.:  328-9-2018  
Reist av:  Stíf 
Málslýsing: Umsókn um stuðul. 
Stíf hevur latið roknskapin fyri 2017/18 inn og søkir um stuðul fyri 2018. 
Trivnaðarnevndin mælir til at játtað stuðul og leggur málið fyri fíggjarnevndina. 
Avgerð: Fíggjarnevndin játtar kr. 200.000 av RS-550, Stuðul til ítrótt. 


Mánaðarroknskapur september framlagdur 


Mál nr.:   214-1-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Lántøka til útstykkingar 
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum. 


Mál nr.:   211-2-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarætlan 2019

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. feb 2024
Fíggjar­nevndarfundur 20.02.2024
25. jan 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.01.2024
12. des 2023
Fíggjar­nevndarfundur 11.12.2023
16. nov 2023
Fíggjar­nevndarfundur 15.11.2023
21. sep 2023
Fíggjar­nevndarfundur 20.09.2023
15. jun 2023
Fíggjar­nevndarfundur 14.06.2023
17. mai 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.05.2023
17. feb 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.02.2023

Send boð til Sjóvar kommunu