Kalendari

13
mar

Tiltak fyri Krabbameinsfelagið í Stranda skúla

Krabbameinsfelagið fer 27. mars at skipa fyri stórari landsinnsavnan, sum tey kalla ”Føroyar ímóti krabba”. Í hesum sambandi hava tey heitt á skúlar kring landið um at hjálpa til við innsavningini.

Stranda skúli ynskir at stuðla hesum átaki og fer tí 13. mars at skipa fyri einum tiltaki í Stranda skúla.

Endaliga skráin fyri tiltakinum er enn ikki tøk, men er ætlanin at savna inn pening við eitt nú at selja ymiskt. Ætlanin er t.d. at hava ein loppumarknað, har brúkt klæðir og brúktir lutir verða seldir.

Hava tit eitthvørt, sum tit ynskja at lata til loppumarknaðin, eru tit vælkomin at lata tað inn á skúlanum mikudagin 3. mars ímillum klokkan 16 og 20.

Eisini verður møguleiki at leiga sær borð til at selja eitthvørt á. Kostnaðurin fyri leigu av einum borði er 100 kr.

Vinarliga sigið frá á tlf. 222887 ella 256911, um tit ynskja at leiga borð.

 

Við vón um góða undirtøku

Fyriskipararnir

29
apr
Kommunustýrisfundur
27
mai
Kommunustýrisfundur
17
jun
Kommunustýrisfundur
26
aug
Kommunustýrisfundur
30
sep
Kommunustýrisfundur
28
okt
Kommunustýrisfundur
25
nov
Kommunustýrisfundur
16
des
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu