Kalendari

26
nov

Bokashi tiltak á Strondum 26. november

Sjóvar kommuna og IRF skipa fyri áhugaverdum Bokashi tiltaki í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum hósdagin 26. november kl. 19.00.

Tiltakið er ein liður í royndarverkætlanini, har Sjóvar kommuna bjóðar borgarum sínum møguleikan at endurvinna matloyvdir heima við hús. Les meir um hesa verkætlan her.

Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, kemur at greiða frá, hvussu ein endurnýtir matleivdir við Bokashi. Eisini verður møguligt at seta spurningar.

Til tiltakið verða Bokashi-settini útvegað teimum, sum hava skrivað seg upp á listan hjá Sjóvar kommunu. Tað eru Sjóvar kommunu og IRF, sum bera kostnaðin av hesari verkætlan.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.

29
apr
Kommunustýrisfundur
27
mai
Kommunustýrisfundur
17
jun
Kommunustýrisfundur
26
aug
Kommunustýrisfundur
30
sep
Kommunustýrisfundur
28
okt
Kommunustýrisfundur
25
nov
Kommunustýrisfundur
16
des
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu