Kalendari

01
jun

Uttandura fótbóltsgolf - Útivikan 2020

2. hvítusunnudag, kl. 15.00-17.00 verður fyrsta tiltakið á Útivikuni 2020. Og ja, nú verður møguligt at spæla golf á Strondum.

Fótbóltsgolf minnir um vanligt golf, tó við einum fótbólti ístaðin fyri lítla golfbóltin, og ístaðin fyri golfkylvu nýta vit fótin at flyta bóltin við.

Aðramáta minnir fótbóltsgolf um vanligt golf, har ræður um at fáa bóltin í holið við fægst skotum.

Byrjað verður við bygdahúsið á Strondum, har reglur og stigakort verða útflýggjað. Hóast tiltakið byrjar kl. 15.00, er ikki neyðugt at møta rættstundis fyri at kunna luttaka. Fólk verður á staðnum fram til kl. 17.00, so áhugaði kunnu koma millum kl. 15.00 og 17.00.

Ætlanin er, at teir 7 banarnir standa uppi alla útivikuna. Sostatt hava tit møguleika at royna fótbóltsgolf aðrar dagar, um áhugi er til tess. Hesar dagar koma reglar, kort og pennar til tykkum at nýta at liggja í gongini til umklæðingarrúmið í bygdahúsinum (við inngongdina omanfyri).

Øll, sum vilja luttaka, skulu hava egnan fótbólt við. Um fleiri ætla at spæla samstundis, skal hvør einstakur hava hvør sín fótbólt. Minnist sjálvandi til hóskandi fótbúna til avbjóðingina.

Tað er Aage Dyssegaard sum eigur hugskotið til fótbóltsgolf, og tað er eisini hann, sum skipar tiltakið.

29
apr
Kommunustýrisfundur
27
mai
Kommunustýrisfundur
17
jun
Kommunustýrisfundur
26
aug
Kommunustýrisfundur
30
sep
Kommunustýrisfundur
28
okt
Kommunustýrisfundur
25
nov
Kommunustýrisfundur
16
des
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu